Music Video
Lyrics
Horvna eimin í mær
Átti tú, bert og altíð tú
Tað var tá, mítt blóð
Ja, tað var tá eg livdi
Mín sál fyri vág og vind
Fyri miskunn varganna
Tykist sum ein øld
Ið krýpur so æviga køld
Um øll heimins mykja
Stendur til at loypa
Um mína skirvisgirðing
Ongin fyrigeving
Svárt syngur ein bløðandi hevd
Stendur mær tvør
Hon vinnur so dánt við sítt flog
Og aldri nemur við jørð
Ein bylgja slær meint á mítt borð
Lívlínan fløkt
Veikt stórlætið logar í lógv
Síðan í alla tíð sløkt
Feigdin kom mær til góðar
Nú ill eru ráðini
Ábær, ábær
Ber sál fyri brotasjógv
Ábær
Feigdin kom mær til góðar
Nú ill eru ráðini
Ábær, ábær
Ber sál fyri brotasjógv
Ábær
Ábær
Lyrics powered by www.musixmatch.com