Lyrics

Knús hendan klettin Ein bøn sum skot upp í ský Tað loypir fyri oman Svíður fyri niðan Látur lokkar og stirðir Slær eftirljóð um vøll Ørligir skuggar sveima Høgga flísar av vitskustólpa Tess syrgna leivd eitt gnagað bein Eitt tekin um hvat einaferð var Týnd er ilskan Og skríggjandi óttin etur líkið Í vøkstri nærum spreingir út í geyl Rætt fram ressast klettur hóttandi Hátt reisast úr skorpu hallir steyrar Svangir við línhvítum holdi í væntu Varliga berist tú fram Gátukraft ósædd Skjót títt fjøtursbrá Lat ei iljar teg loysa kletti frá Stóðu av varrum mínum eiðir Teir í neyðini vilja ei ásanna mítt fall Glotti á grótodd Kroppur, sveittur í alduplaggi Lívleyst dettur út í tóman heim Brót, slintrur og álir Hvirla í reyðum gosi Fryst títt fjøtursbrá Mundu iljar teg loysa kletti frá Hátt av varrum mínum eiðir Teir í neyðini vilja ei ásanna títt fall
Lyrics powered by www.musixmatch.com
instagramSharePathic_arrow_out